05.09.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fyrireikandi skeið til Master í leiðslu og skipan

Droymir tú um at taka Master í Leiðslu og skipan, men lýkur ikki upptøkukrøvini? So er loysnin okkara eitt ára fyrireikandi ískoytisskeið. Umsóknarfreist er 16. september

Masterútbúgvingin í Leiðslu og skipan á Fróðskaparsetrinum er væl umtókt, mong søkja og afturmeldingarnar eru góðar. Men fleiri, sum søkja inn á útbúgvingina, lúka ikki upptøkutreytina, sum er bachelor.

Hesa forðingina beina vit nú burtur við einum eitt ára fyrireikandi ískoytisskeiði, sum er skipað júst til hendan málbókin, ið vanliga hevur nógv um at vera í gerandisdegnum. Undirvísingin er tí um vikuskiftini, fríggja- og leygardagar.

Ískoytisskeiðini eru ætlað leiðarum og fólki við leiðsluroyndum, sum starvast í almenna og privata geiranum. Endamálið er, at tey lesandi menna ástøðiligu og verkligu førleikar sínar og ogna sær kunnleika um vísindalig ástøði og akademisk háttaløg, og læra at knýta egið yrki til hesi. Dentur verður lagdur á at knýta akademiskar førleikar at útbúgvingunum, sum tey lesandi hava frammanundan.

Bygnaðurin á ískoytisskeiðunum sær soleiðis út:

Fyrsta lestrarhálva fevnir um vísindaástøði (5 ECTS) og akademisk háttaløg (10 ECTS).

Í seinnu lestrarhálvu skal ískoytisritgerðin gerast, og hon telur 15 ECTS.

Tilsamans gevur ískoytisskeiðið 30 ECTS-stig.

Tey, sum taka hetta skeiðið, lúka upptøkutreytirnar til at fara undir Masterútbúgvingina í leiðslu og skipan í august 2023.

Lesið meira um ískoytisútbúgvingina her

Umsóknarblað er her

Evstamark at søkja er 16. september.