University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kristianna Winther Poulsen.png

Kristianna Winther Poulsen er forkvinna í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráði, og hon talaði m.a. um týdningin av, at fakfólk og granskarar knýta sambond og deila vitan hvør við annan (Foto: torshavn.fo)

23.05.2023
Setrið Føroyamálsdeildin

NoDaLiDa á móttøku hjá Tórshavnar býráði

Í gjár hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri luttakarunum á norðurlendsku máltøkni-ráðstevnuni, NoDaLiDa, sum Fróðskaparsetrið saman við samstarvsfeløgum skipar fyri í hesi vikuni

Móttøkan hjá Tórshavnar kommunu var í Mullers pakkhúsi, og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, helt røðu og beyð gestunum vælkomnum. Sjálv ráðstevnan varð sett í Kongshøll og heldur fram í Norðurlandahúsinum.

Kristianna fegnaðist um hesa áhugaverdu ráðstevnuna og umrøddi týdningin av, at fakfólk og granskarar hittast til fakliga vitanardeiling. Eisini takkaði hon fyrireikarunum fyri at hava valt Havnina sum vertsbý fyri ráðstevnuna.

Á ráðstevnuni luttaka granskarar, fakfólk, lesandi og onnur úr Norðurlondum og úr fleiri øðrum londum í Europa.

Tað er Fróðskaparsetur Føroya, sum saman við Málráðnum, Dansk Sprognævn og NEALT – Northern European Association for Language Technology – hava skipað fyri ráðstevnuni, sum verður hildin annaðhvørt ár og hevur 50 ár á baki. Hetta er fyrstu ferð, at ráðstevnan verður hildin í Føroyum.

Lesið meira her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 06 06 At 16 43 09 Setrið Skal Greina Amerikanskar Ætlanir Í Arktis

    Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

  2. flagg setur (2).jpg

    Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

  3. Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

    Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið