Ph.d.-lesandi á DTU bjóðar KT-skeið á Setrinum
Um nóg stórur áhugi er, so verður skipað fyri einum KT-skeiði á BSc-stigi, sum møguliga eisini kann brúkast, sum valskeið í MSc-útbúgvingum: "Introduction to FPGA-Oriented Digital Design (5 ECTS)". Tað er Tórur Strøm sum kemur at undirvísa frá 29. apríl og 3 vikur fram. Skeiðið telur 5 ECTS, umframt valfrítt 2,5 ECTS verkætlan aftaná fyri tey sum standa fyrra partin.
Málbólkarnir fyri skeiðinum eru bæði KT lesandi, starvsfólk í KT-vinnuni og íverksetarafyritøkum, sum arbeiða við kunningartøkni. Talan verður um dagliga undirvísing í 3 vikur á uml. 4 tímar um dagin eftir vanliga arbeiðstíð.
Skeiðið fer at hava lutvísa møtiskyldu, so í mesta lagi 3 dagar kunna forsømast uppá 3 vikur. Próvdøming verður innanhýsis demo av verkætlan og ein skrivlig frágreiðing við próvdøming: staðið/ikki staðið.
Tórur Biskopstø Strøm er ph.d. lesandi á Danmarks Tekniske Universitet. Heiti á ph.d.-verkætlan hansara er "Real-Time Multi-Core Communication and Synchronization". Hann granskar í at betra um samskiftið ímillum prosessara kjarnur, við serligum atliti til real-time skipanir. Hetta ger hann við at skapa hardware til endamálið, ið kann liggja á sama integrated circuit (IC) sum prosessarin.
Tórur hevur fingið stuðul til sína verkætlan frá Granskingargrunninum. Tað er í hesum sambandi, at hann heldur skeið í hardware menning til field-programmable gate arrays (FPGA).
FPGA eru IC við túsundavís, og upp til milliónavís, av logiskum blokkum, ið kunna forritast til at bera seg at sum annað hardware, t.d., gates, floating-point multipliers, ella enntá system-on-chip við fleiri prosessarum.
Vanliga nýtir ein eitt hardware description language (HDL), so sum VHDL, til at lýsa sítt hardware, sum síðani verður umsett til eina bitfílu til at forrita sín FPGA.
Av tí at tað er ógvuliga tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið at fáa gjørt ein IC, so verður FPGA ofta nýtt til test og prototyping, sum eitt stig eftir simulering men áðrenn ein fær gjørt ein IC. Teir verða tó eisini meira og meira nýttir í lidnum skipanum, bæði tí at kostnaðurin er minni enn at fáa gjørt ein IC, serliga tá nøgdin er lítil, men eisini tí at tað ber til at gera dagføringar eftirfylgjandi við at rætta bitfíluna.
FPGA hava leingi verði nýttir innan teleídnaðin, men eru í dag nýttir alsamt meira í aðrari vinnu, fylgisveinum, og eisini til endabrúkarir (sí www.redpitaya.com).
Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarum ítøkiligar royndir við hardware menning og FPGA tøkni.
Tey, sum hava áhuga fyri hesum skeiði vera biðin um at senda teldupost til hannesg@setur.fo innan 12. apríl, sum svarar við nærri upplýsingum um skeiðið. Luttakaraavmarking er uppá 20 pláss.
Skeiðið er ókeypis fyri lesandi á Fróðskaparsetrinum. Um tøk pláss eru, kunnu onnur taka skeiðið sum stakskeið. Kostnaðurin er 200 kr./ECTS sambært reglum Fróðskaparsetursins.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...