Skriva út

Stakgreinalestur

Útbúgvingar á Setrinum eru settar saman av støkum skeiðum, og tí ber til hjá fólki, sum annars ikki ganga á Setrinum, at tekna seg til einstøk skeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk.

Harumframt verða eisini serstøk gjaldsskeið boðin út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg.

Hygg undir deildirnar og vel tær eitt skeið ovast til høgru á deildarsíðuni

Fyritreyt fyri upptøku

Fyritreytin fyri upptøku er, at umsøkjari lýkur upptøkukrøvini. Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi. Serstøk førleikakrøv eru til hvørja lærugrein sær.

Eisini ber til at søkja um upptøku á BA og MA eftir undantaksreglum. Skriva ella ring til deildina, har skeiðið verður hildið, at hoyra nærri um undantaksreglurnar. Sí telefonnummur og teldupostadressur hjá deildunum niðast á síðuni. 

Gjald  fyri skeið

Gjaldið fyri tøk pláss er 200 kr./ECTS. Fyri onnur skeið verður prísurin kunngjørdur sohvørt.

Skeiðsgjaldið verður goldið, áðrenn skeiðið byrjar. Skeiðsgjaldið er fyri undirvísing, vegleiðing, próvtøku og umsiting í sambandi við lesturin.

Søkt verður um upptøku til stakgreinalestur við serligum umsóknarblað, sum fæst við at venda sær til deildina, har skeiðið verður hildið.

Sí telefonnummur og teldupostadressur hjá deildunum niðast á síðuni. 

Fulltíðarlesandi á Setrinum kunnu taka stakskeið á øðrum útbúgvingum uttan at gjalda. 

Fá meira at vita

Tú ert vælkomin inn á gólvið á deildini, at ringja, ella at senda teldupost. 

Les meira um skeiðini við at trýsta á leinkini fyri hvørja deild.

Sí telefonnummur og teldupostadressur hjá deildunum við at trýsta á leinki her.