Forrit til starvsfólk

Í samband við títt virksemi á Fróðskaparsetrinum sum granskari ella undirvísari, so verða ein røð av forritum latin og viðmæld starvsfólki at brúka til umsiting, undirvísing og gransking.
Afturat Microsoft Office 365, við einum stórum úrvalið av forritum, sum bæði lesandi og starvsfólk kunnu brúka, so bjóða vit eisini onnur serforrit til ymiskan granskingar- ella undirvísingartørv.
Listin av viðmældum forritum kann síggjast her
Serforrit
Hevur tú tørv á øðrum serligum forritum, set teg so í samband við tín dekan, og/ella KT-deildini, fyri at kanna hvørjir møguleikar tú hevur, og so finna vit vónandi eina nøktandi loysn í felag.