University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Urban_Aesthetic_-_Derelict_Building_with_Graffiti_-_Porto_-_Portugal.jpg

Skeiðið gevur innleiðslu í hListalig skapan og hugtøk sum modernitetur, modernisma, avantgarde, avbyrging, útlegd, endurframleiðsla, urbanitetur, modernitetskritikkur, fólkaendurveking, popplist, minimalisma og postmodernisma er á skránni á hesum skeiðinum

Brynhild Thomsen
06.01.2022
Setrið Føroyamálsdeildin

Stakskeið: List og modernitetur

Enn eru pláss eftir á listaástøðiliga skeiðnum, List og modernitetur, sum er partur av listaútbúgvingini á Føroyamálsdeildini. Mong onnur spennandi stakskeið eru eisini tøk á Føroyamálsdeildini

Á skeiðnum ogna tey lesandi sær ástøðiligt innlit í samanhangir millum list og listahugtøk, ið knýta seg at moderniteti, t.e. broytingar og rák innan list í breiðari merking í 20. øld.

Við fyrilestrum, verkdømum og kjaki læra tey lesandi at greina list við atliti at áðurnevndu samanhangum og menna egna fatan av viðkomandi rákum og tíðarskeiðum.

Á skeiðnum verða høvuðsástøði í listasøguligum tíðarskeiðum í serliga 20. øld lisin og viðgjørd nærri. Við tekstum, fyrilestrum og kjaki gevur skeiðið innleiðslu í heimspekiliga, fagurfrøðiliga og ástøðiliga viðgerð av listaligari skapan innan fyri viðkomandi hugtøk sum modernitetur, modernisma, avantgarde, avbyrging, útlegd, endurframleiðsla, urbanitetur, modernitetskritikkur, fólkaendurveking, popplist, minimalisma og postmodernisma.

Týðandi tekstir og verk verða lisin og sett í samanhang. Skeiðið fevnir harumframt um framløgur og viðgerð av úrvaldum verkum, har omanfyrinevndu ástøðiligu træðrir eru knýttir og ítøkiliggjørdir.

Undirvísingin er skipað í ein fyrilestur við verkdømum og kjaki hvørja viku.

Sí meira um próvtøkuhátt, læruúrtøkur v.m. í skeiðslýsingini her.

ECTS-stig: 10

Fortreytir: Miðnámsskúlaprógv

Nærri kunning: Knút Háberg Eysturstein, knute@setur.fo

Tilmeldingarfreist: 15. januar 2022

Umsóknarblað og nærri kunning - eisini um onnur spennandi stakskeið á Føroyamálsdeildii - er her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving