
Stakskeið: List og modernitetur
Enn eru pláss eftir á listaástøðiliga skeiðnum, List og modernitetur, sum er partur av listaútbúgvingini á Føroyamálsdeildini. Mong onnur spennandi stakskeið eru eisini tøk á Føroyamálsdeildini
Á skeiðnum ogna tey lesandi sær ástøðiligt innlit í samanhangir millum list og listahugtøk, ið knýta seg at moderniteti, t.e. broytingar og rák innan list í breiðari merking í 20. øld.
Við fyrilestrum, verkdømum og kjaki læra tey lesandi at greina list við atliti at áðurnevndu samanhangum og menna egna fatan av viðkomandi rákum og tíðarskeiðum.
Á skeiðnum verða høvuðsástøði í listasøguligum tíðarskeiðum í serliga 20. øld lisin og viðgjørd nærri. Við tekstum, fyrilestrum og kjaki gevur skeiðið innleiðslu í heimspekiliga, fagurfrøðiliga og ástøðiliga viðgerð av listaligari skapan innan fyri viðkomandi hugtøk sum modernitetur, modernisma, avantgarde, avbyrging, útlegd, endurframleiðsla, urbanitetur, modernitetskritikkur, fólkaendurveking, popplist, minimalisma og postmodernisma.
Týðandi tekstir og verk verða lisin og sett í samanhang. Skeiðið fevnir harumframt um framløgur og viðgerð av úrvaldum verkum, har omanfyrinevndu ástøðiligu træðrir eru knýttir og ítøkiliggjørdir.
Undirvísingin er skipað í ein fyrilestur við verkdømum og kjaki hvørja viku.
Sí meira um próvtøkuhátt, læruúrtøkur v.m. í skeiðslýsingini her.
ECTS-stig: 10
Fortreytir: Miðnámsskúlaprógv
Nærri kunning: Knút Háberg Eysturstein, knute@setur.fo
Tilmeldingarfreist: 15. januar 2022
Umsóknarblað og nærri kunning - eisini um onnur spennandi stakskeið á Føroyamálsdeildii - er her.
-
18.05.2022 Setrið FróðskapurBókaútgáva um grindadráp og altjóða rørsluna ímóti grindaveiðuVeiða eftir grindahvali hevur verið ein umstrídd siðvenja og...
-
18.05.2022 SetriðAt rættarsøkja stjórnarleiðarar fyri krígsbrotsverkBjørn Kunoy hevur almennan fyrilestur um revsirættarábyrgd h...
-
17.05.2022 Setrið NámsvísindadeildinTil lærarar og námsfrøðingarÓførir møguleikar eru hjá lærarum og námsfrøðingum at up...