09.06.2022
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Starvslæruskeið: Longd freist fyri námsfrøðingar

Umsóknarfreistin til skeiðið í starvslæruvegleiðing fyri námsfrøðingar er longd til á midnátt 13. juni

Viðkomandi og spennandi skeið í starvslæruvegleiðing verður aftur komandi lestrarár fyri námsfrøðingar.

Starvslæran á námsfrøðingaútbúgvingini er sera týdningarmikil fyri tann lesandi og er ein týðandi og avgerandi partur í útbúgvingini.

Starvslæran skal samantvinna ástøðina við praksis, har tann lesandi skal royna seg í verki. Í starvslæruni hevur starvslæruvegleiðarin ein avgerðandi leiklut, tá tað snýr seg um at kunna fyriskipa, vegleiða og eftirmeta starvslæruna. Starvslæruvegleiðarin skal kunna fylgja menningini hjá tí starvslærulesandi og megna at fyrihalda seg til hesa menningina við støði í krøvunum á námsfrøðingaútbúgvingini til starvslæruna og fakliga økinum, arbeiðstilgongdum og mentanini á starvslærustaðnum.

Í mong ár hevur verið eftirspurningur eftir einum skeiði í starvslæruvegleiðing, og Námsvísindadeildin kann nú bjóða tær júst hetta skeiðið. Um tú hevur arbeiðsroyndirnar og áhuga fyri starvslæruvegleiðing, so hevur tú møguleikan at søkja nú.

Undirvísing er fimm fríggjadagar frá kl. 9:00 til 14:00 frá viku 43 til viku 12. Luttakararnir hava ein starvslærulesandi, sum tey skulu vegleiða á egnum arbeiðsplássi, frá viku 5 til 12 í 2023.

Les meira um skeiðið her.

Sí undirvísingarætlanina her.

Og far til umsóknarblað her.

Gevið gætur: Umsóknarfreistin er longd til á midnátt 13. juni.