(Foto: freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
21.06.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Upptøkuroynd í løgfrøði

Fróðskaparsetrið tekur nú aftur upp lesandi til bæði bachelor og master í løgfrøði, og evstamark at tekna seg til upptøkuroynd er hósdagin 24. juni

Fróðskaparsetrið tekur inn løgfrøðilesandi annaðhvørt ár, og tann hurðin er opin nú í 2021.

Á midnátt 1. juli er umsóknarfreist til bæði bachelorútbúgvingina og masterútbúgvingina í lóg, men GEVIÐ GÆTUR at fyri at sleppa framat, so skal ein standa upptøkuroynd eisini. Freistin at tekna seg til upptøkuroynd er longu 24. juni klokkan 12:00.

Upptøkuroyndin verður hildin mikudagin 30. juni frá klokkan 10:00 - 14:00 á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini, sum heldur til í Jónas Broncks gøtu 25. Upptøkuroyndin telur saman við prógvum frá miðnámi, viðkomandi royndum og eftirútbúgvingum v.m. í metingini av, hvør er skikkaður til upptøku.

Melda teg til upptøkuroyndina við at skriva til Lestrarskrivstovuna á lss@setur.fo innan 24. juni klokkan 12:00.

Lesið meira um bachelor í løgfrøði her.

Lesið meira um master í løgfrøði her.

Lesið meira um upptøkuroyndina her.

Umsóknarblað til bachelor í løgfrøði er her.

Umsóknarblað til master í løgfrøði er her.