Katrina Olsen og Per Ingvald Højgaard Petersen lesa tónlist á Setrinum og vóru gestir í Lyst fríggjakvøldið (Foto: kvf.fo)
Brynhild Thomsen
08.03.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

- Vit hava so nógvar góðar undivísarar

Nú er latið upp fyri nýggjum lesandi til bachelor í ritlist og tónlist. Fríggjakvøldið hevði sjónvarpssendingin, Lyst, innslag við tónlistalesandi, og tey lótu sera væl at síni útbúgving á Setrinum

- Vit hava havt ræðuliga nógvar góðar undirvísarar!

Tað sigur Per Ingvald Højgaard Petersen við Finn Koba frá Kvf, sum er komin í upptøkuhølini á Frælsinum fyri at frætta, hvat lesandi á tónlistaútbúgvingini halda um sína útbúgving á Setrinum.

- Ja, ekstremt, svarar Katrina Olsen, sum eisini lesur tónlist.

Á Frælsinum leggja tey hendan dagin demoupptøkur fram, sum eftir ætlan skulu verða partur av endaligu uppgávuni.

Kendi tónleikarin og komponisturin, Guðrið Hansdóttir, er undirvísari.

- Undirvísingin er breið og fer inn á mong ymisk viðurskifti, bæði ástøðiliga, søguliga og eisini tøkniliga, greiðir Per frá.

- Vit koma inn sum listafólk og skulu menna okkum sum listafólk, sigur hann.

- Ja, man lærir at grundgeva fyri teimum tingum, sum man ger, sigur Katrina.

- Tað er totalt opið fyri øllum sløgum av inputti til, hvussu man kann arbeiða víðari, tí vit tosa jú um projektini, meðan tey eru í prosessini, leggur hon aftrat.

- Og vit hava fingið upptøkuhøli eisini - tað er nice!, sigur Per.

Kringvarpið velur at skriva soleiðis í sína undiryvirskift um innslagið.

- Tónleikalesandi siga seg hava fingið nógv burtur úr nýggju útbúgvingini í listaligum arbeiði.

Hevur tú eisini hug at lesa bachelor í listaligum arbeiði á Setrinum, so er at senda umsókn inn nú.

Lesið meira um útbúgvingarnar og upptøku her.

Síggi innslagið í Kvf um útbúgvingina her.