Alment tiltak: NVD 50 ár
Fríggjadagin 18. november klokkan 14:30 verður alment tiltak og móttøka í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn í sambandi við, at Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyllir 50 ár
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur eina spennandi ríka søgu, sum vit kanska ikki kenna nóg væl.
Til dømis hevði deildin eina læknafrøðiliga linju í 70´unum, og tað var eisini har á deildini, at fyrstu bachelorprógvini í øllum ríkinum vórðu útskrivað í 1989, tá m.a. nýggi rektarin á Setrinum, Martin Tvede Zachariasen, stóð prógv í teldufrøði. Síðani er nógv hent á deildini, og tað verður hátíðarhildið, nú hálv øld er runnin.
Í sambandi við runda dagin er ein kveikjandi og almenn føðingardagsskrá gjørd, sum byrjar fríggjadagin klokkan 14:30 og endar við móttøku frá 16:30 til 18:00.
Ein framsýning er eisini gjørd við plakatum, sum vísa ta nógvu og fjølbroyttu granskingina, sum fer fram á Náttúruvísindadeildini.
Lesið meira um menningina, ið verið hevur her.
SKRÁIN:
Níggju stuttir fyrilestrar á 10 minuttir eru á skránni, sum sær soleiðis út:
Svein-Ole Mikalsen & Sunnvør K. í Kongsstovu:
Genomatlas fyri føroyska vistfrøði
Eyðfinn Magnussen:
Fimm ríkisdálar og 32 skillingar - Besta íløga, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum
Sunnvør K. í Kongsstovu & Eyðfinn Magnussen:
Útbreiðsla av toxoplasmosu í Føroyum – undanverkætlan við seyði, haru, og kettum
Jónrit Halling:
FarGen-PGx: Samanrenningin millum ílegur og ymisk sløg av heilivági í føroysku populatiónuni
Sigurd Christiansen:
Sjórok og skýgerð
Hans Pauli Joensen:
Geislavirkni í Føroyum
Jari í Hjøllum:
Frá Marsgransking til myndlan á Setrinum – optimering av spinorkustøðuni í nanobitlum
Hilmar Simonsen:
Sandoyartunnilin: Bleiv umskaringn í Skopunarfirði funnin?
Knud Simonsen, Jari í Hjøllum & Hans Blaasvær:
Myndil fyri rákið í føroysku firðunum og á Landgrunninum
Klokkan 16:30 – 18:00:
Hugnaløta