University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2021-11-18 at 15-56-50 Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi - Fróðskaparsetur Føroya - YouTube.png
15 november
Tiltak

Evstamark: Vetrarupptøka til sjúkrarøktarfrøði

Nær

Fróðskaparsetur Føroya tekur aftur í ár lesandi inn til sjúkrarøktarfrøði í vetrarhálvuni. Talan er um pláss til 25 lesandi í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði.

Nærri kunning um útbúgvingina finnur tú HER.

Umsóknarlað til kvotu 1 er HER

Umsóknarblað til kvotu 2 er HER

Umsóknarfreistin er 15. november 2022 á midnátt.

Treytir fyri upptøku

Grundleggjandi treytin fyri upptøku á hesi útbúgving á Setrinum er, at umsøkjarin hevur eitt gymnasialt miðnámsprógv. Harumframt er serkrav um, at umsøkjarin hevur staðið lærugreinarnar føroyskt A, enskt C og danskt á støði við fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Um tú ikki hevur fult miðnámsprógv ella lýkur tú ikki sertreytirnar, so kanst tú søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2. Neyðugt er tá, at tú í umsóknini skjalprógvar, at tú á annan hátt hevur nomið tær neyðugar førleikar til at lesa á hægri lærustovni, og tá verður ein heildarmeting gjørd av tíni umsókn.

Les nærri um kvotu 1 og kvotu 2 í breddanum í høgru síðu HER.

Tað er sera týðandi, at tú leggur skjalprógv fyri allar viðkomandi royndir við umsóknini. Nærri kunning um, hvørjir førleikar verða tiknir við í viðgerðini av umsóknini finnur tú til høgru HER undir "Hvat telur við?".

Av teimum 25 lesandi, ið verða tikin inn á útbúgvingina í januar 2023, verða átta tikin inn gjøgnum kvotu 2 og 17 gjøgnum kvotu 1.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo ella ringja til 352520.