Umsóknarfreist til Føroyska mállæru og rættskriving
- Nær
- Stað
- Føroyamálsdeildin
Føroysk mállæra og rættskriving I
Skeiðið byrjar 1. september og endar 7. oktober. Undirvíst verður týsdag og mikudag kl. 15 til 17:30. Undirvísingin verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Treytað av, at innlatingar eru góðkendar og møtt er til minst 80 % av tímunum, verður prógv latið fyri lokið skeið.
Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Undirvíst verður í mállæru og rættskriving við denti á fallorð (navnorð, lýsingarorð, fornøvn, kenniorð og talorð). Arbeitt verður við at økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum.
Boðin verða út trý skeið í føroyskari mállæru og rættskriving, I, II og III. Skeiðini eru framhald av hvørjum øðrum, men kunnu eisini takast sum sjálvstøðug skeið. Skeiðini kunnu ikki góðskrivast sum partur av BA-útbúgvingini í føroyskum. Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við føroyskum á A-stigi ella samsvarandi.
Undirvíst verður á Føroyamálsdeildini.
Lærari: Lena Reinert.
Kostnaður: 1500 kr.
Umsóknarskjal fæst her