Tiltak
Umsóknarfreist til ph.d.-skeið
- Nær
- Stað
- Námsvísindadeildin, Frælsið, Tórshavn
1. mars er freist at søkja pláss á ph.d.-skeiði, har evnið er at gjøgnumhugsa granskingarverkætlanina.
Fróðskaparsetrið skipar fyri skeiðinum saman við granskarum frá Aalborg Universiteti og Syddansk Universiteti, har arbeitt verður við at geva luttakarunum amboð til í verki at hugsa sína ph.d.-verkætlan ígjøgnum við Støðuligari Analysu (SA).
Lesið meira um skeiðið her.
Skeiðið verður mánadagin 23. mai og týsdagin 24. mai frá kl. 9- 16 og mikudagin 25. mai frá kl. 9 – 12.30.