University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
239160529_4343745669018845_4037082886898848620_n (2).jpg
23 november
Tiltak

Verkstova um formativa meting

Nær
Longd
13:00 - 15:30
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn

At seta tann lesandi í miðdepilin er berandi prinsipp í universitetsheiminum, og nú verður verkstova fyri allar undirvísarar á Setrinum, har formativur metingarháttur sum amboð til júst tað, er á dagsskránni

Týsdagin 23. november skipar Góðskueindin á Fróðskaparsetrinum fyri verkstovu um formativa meting og metingarhættir.

Verkstovan verður í Kongshøll á Vestaru bryggju og verður frá klokkan 13:00 – 15:30.

Verkstovan byggir á strategiskjalið á Setrinum, har tað á síðu sjey stendur:

Vit veita okkara starvsfólkum uppvenjing og møguleikar til framhaldandi menning, so at tey eru væl útgjørd til nútíðar og framtíðar undirvísingar-, læringar- og eftirmetingarhættir, serliga teir, ið hóska best til okkara samtekst og tørv”.

Formativ meting, sum er tað øvugta av summativari meting, er bæði ein læringarháttur og próvtøkuháttur. Ein nærri lýsing av, hvat formativ meting ber í sær, er her.

At brúka formativar metingarhættir er eitt amboð til at seta tann lesandi í miðdepilin fyri læring (Student-Centred Learning = SCL), og júst hetta er týðandi prinsipp á Setrinum.

Góðskueindin skipar fyri verkstovuni, og undirvísari er Kalpana Vijayavarathan frá Námsvísindadeildini. Málbólkurin er allir undirvísarar á Setrinum, og luttakararnir skulu taka dømi um formativa meting frá egnari undirvísing við sær á verkstovuna.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til Góðskueindina á qu@setur.fo við navni, starvsheiti og deild.

Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 22. november klokkan 12:00.