University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sjukrarokt front 2023.jpg
14.06.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

31 nýggir sjúkra-røktarfrøðingar

Nú er endaspurtur á universitetsútbúgvingunum hjá mongum á Setrinum, og arbeiðsmarknaðurin kann gleða seg til aftur at fáa feska og vælútbúna arbeiðsmegi

Próvtøkudámur hevur verið og er um alt Setrið hesa tíðina, og stór gleði merkist á teimum, sum nú kunnu siga, at hægri lesturin er lokin.

Soleiðis er eisini á Deildini fyri heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, har 31 hava verið til endaliga próvtøku og fáa prógv sum B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði. Afturat tí hava átta tikið masterprógv í heilsuvísindum.

Nógvar sera áhugaverdar ritgerðir eru skrivaðar í sambandi við endaligu próvtøkurnar, og almeningurin kann eisini sleppa at skoða úrslitini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Tí tann 21. juni frá klokkan 14 - 16 verður postarasýning í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, har nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir leggja síni úrslit fram.

Útbúgvingin sum BSc í sjúkrarøktarfrøði gevur førleika til at útinna, menna, leiða og eisini at miðla sjúkrarøkt. Framsýningin er tískil eitt høvi at miðla nýggjastu vitan í sjúkrarøktarfrøði í Føroyum. Hetta er umráðandi liður í menningini av heilsu- og sjúkrarøktarøkinum í okkara samfelag.

Tann 23. juni verður so tann stóra prógvhandanin í Norðurlandahúsinum, tá vit fagna øllum teimum, sum hava fingið Setursprógv seinasta árið.

Tað er altíð ein stórur dagur - fyri stór sum smá -, tá endaliga próvtøkan er staðin

Hesa ársins próvtøkutíð koma nógvir familjulimir á gátt á Setrinum fyri at stuðla og fagna sínum nærmastu, sum nú hava staðið sína universitetsútbúgving

Sera stórur og vaksandi tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum, og tí varð avgerð tikin um, at Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi skuldi taka nýggj lesandi upp tvær ferðir um árið, á sumri og á vetri

Nú er mamma endiliga liðug við at lesa á Setrinum, men hvat er tað fyri gáva, ið hon hevur fingið?

Puha, sum tað er gott, at hesin drúgvi teinurin nú er runnin :-)

So eru pappírini komin upp á pláss, og smílini lúgva ikki: Tað er undurfult! :-)

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving