University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
búskaparfrøðingar.jpg

Jógvan Zachariasen og Jón Arge hava báðir lisið á Setrinum

29.06.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

At lesa búskaparfrøði gevur spennandi starvsmøguleikar

Jógvan arbeiðir sum fíggjarfrøðingur hjá Bakkafrosti, meðan Jón ætlandi fer at arbeiða við makrobúskaparligum greiningum. Báðir hava tað í felag, at teir hava tikið bachelorprógv í búskaparfrøði á Setrinum

Fyri seks árum síðani byrjaði fyrsti árgangurin av lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Ein av hesum næmingum var Jógvan Zachariasen úr Streymnesi. Í fjør – fimm ár eftir lestrarbyrjan – tók Jógvan Zachariasen kandidatprógv í grannskoðan (cand.merc.aud) á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn (Copenhagen Business School).

Kandidatútbúgvingina tók Jógvan sum fjarlestur úr Føroyum, har hann hevði lestrarstarv á fíggjardeildini hjá Bakkafrosti á Glyvrum. Í dag er hann í føstum starvi hjá Bakkafrosti, har hann millum annað ger uppfylging upp á fíggjarligu gongdina í ymsu pørtunum av virkseminum hjá føroyska alirisanum.

Jón Arge taldist millum tey lesandi, sum byrjaðu at lesa búskaparfrøði á øðrum árganginum við upptøku í august 2017.

Á Setrinum var Jón sítt seinasta lestrarár eisini hjáundirvísari hjá teimum lesandi á fyrsta ári. Fyrst í juni 2022 – sløk fimm ár seinni – stóð Jón við kandidatprógvi í hondini frá Universitetinum í Lund í Svøríki og ætlar sær nú at arbeiða við samfelagsbúskaparligum greiningum. Lund hevur fleiri ferðir heitt á Jón um at søkja um upptøku á teirra ph.d.-lestri, men hann ætlar sær fyrst at arbeiða næstu tíðina.

Á 3-ára bachelorútbúgvingini í búskaparfrøði & virkisfrøði á Setrinum eru bæði virkisfrøðiligar lærugreinir sum roknskaparfrøði, virkisstýring, fíggjarstýring, strategi og vinnurætt, og eisini búskaparfrøðiligar lærugreinir sum mikro- og makrobúskaparfrøði umframt støddfrøði, hagtalsfrøði og økonometri. Harumframt eru vallærugreinir í eitt nú CSR, alivinnubúskapi og spælteori.

Sostatt kundu bæði Jógvan og Jón fylgja sínum hugi til hægri lestur við at taka kandidatprógv á rættiliga ymiskum útbúgvingum í Keypmannahavn og Lund.

Freistin at søkja inn á bachelorútbúgvingina á Setrinum við lestrarbyrjan í august 2022 er nú fríggjadagin tann 1. juli 2022.

Nærri upplýsingar um útbúgvingina og upptøkutreytir eru tøkar á Setur.fo her og her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya