University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Email_Marketing_-_Person_on_Laptop_Sending_Virtual_Envelopes.jpg
03.03.2022
Setrið Til lesandi Lestrarskrivstovan

Send umsókn um lestrarpláss nú

Ætlar tú tær eisini undir hægri lestur á Fróðskaparsetrinum í summar, so er at søkja um lestrarpláss nú

Á Fróðskaparsetri Føroya ganga umleið 1000 lesandi á teimum 30 útbúgvingunum, sum verða bodnar út.

Tey droyma um at gera mun sum KT-frøðingar, lærarar, samfelagsfrøðingar, verkfrøðingar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, lívfrøðingar, løgfrøðingar, søgufrøðingar, listafólk, málfrøðingar o.s.fr.

Mynd tikin fyrsta lestrardag í fjør, tá innleiðslan byrjaði fyri nýggj lesandi í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn

Setrið er einasta universitet í heiminum, sum miðsavnar seg um tørvirnar í føroyska samfelagnum, samstundis sum stórt altjóða útsýni valdar. Og her er eisini pláss fyri tær og tínum deymum um framtíðina.

Á Lestrarskrivstovuni eru tey tilreiðar at taka ímóti umsóknum um lestrarpláss, so nú er at velja, hvørja av útbúgvingunum tú hevur hug til.

Sí stutt yvirlit yvir útbúgvingarnar her.

Finn nærri upplýsingar her.

Umsóknarfreist til kvotu 2 er 15. apríl - og til kvotu 1 og master 1. juli.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving