(Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
06.05.2020
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Ein møguleiki afturat at fáa lestrarpláss

Setrið víðkar nú um upptøkumøguleikarnar vegna COVID-19

 

Stóra óvissan og undantaksstøðan við COVID-19 fekk Setrið at flyta evstamark fyri umsóknum gjøgnum kvotu tvey tvær vikur fram. Tann freistin fór í síðstu viku, og hóast talið á umsóknum er vaksið nógv (lesið her), fáa fólk nú ein møguleika afturat: Tey kunnu søkja inn gjøgnum eina nýggja kvotu trý, sum hevur evstamark á midnátt sunnudagin 10. mai.

 

Smidleiki krevst

Nýggja serliga skipanin við kvotu 3 er gjørd, tí serligu umstøðurnar, ið koronusjúkan hevur sett alt samfelagið í, krevja serligar - og smidligar - loysnir.
Hósdagin í síðstu viku komu til dømis boð frá myndugleikunum um, at ferðafólk ikki skulu koma til Føroyar í summar vegna COVID-19. Dagin eftir var evstamark at søkja inn á Setrið gjøgnum kvotu tvey. Fleiri, sum verða rakt av COVID-tiltøkunum, hava síðani vent sær til Setrið við ynski um lestrarpláss, og leiðslan hevur nú gjørt av at lata einar dyr afturat upp fyri umsøkjarum.
Kvota trý gevur møguleika fyri, at fólk sleppa framat, um pláss, sum annars vóru sett av til kvotu 2, eru tøk.

Skyldan hjá Setrinum

- Vit lata sjálvandi einar eyka dyr á glopp fyri fólki, sum vil sleppa at taka úbúgving hjá okkum, nú heilsukreppan eisini leikar í á arbeiðsmarknaðinum, sigur Chik Collins, rektari.  

- Fróðskaparsetrið hevur skyldu at geva sítt íkast til samfelagið í øllum lutum, sum vit kunnu. Okkara serfrøðingar hava sjálvandi verið til taks hjá myndugleikum og samfelagi annars, nú stýrast og upplýsast skal í kreppustøðuni, og vit seta eisini øll segl til fyri at granska og finna nýggja vitan fram til at brúka í tí støðuni, sum verður, tá heilsukreppan leggur seg aftur, sigur rektarin.
- Og nýggj lesandi eru sera góð íløga í framtíðina, leggur hann afturat.

Rannvá Dávadóttir er leiðari á Lestrarskrivstovuni. 

Hon greiddi útvarpinum frá víðkaða møguleikanum at søkja um lestrarpláss. Lutið eftir samrøðuni her.

 

FAKTA:
Setrið setir á hvørjum ári upp í 30 prosent av lestrarplássunum á bachelorútbúgvingunum av til kvotu 2. Summar útbúgvingar fáa nógvar umsóknir gjøgum kvotu 2, meðan færri eru til aðrar.
Tískil kemur fyri, at tøk lestrarpláss eru í kvotu2-skipanini til ávísar útbúgvingar. Í ár verða hesi tøku plássini boðin út í serligu skipanini, sum eitur kvota 3.
Upptøkutreytirnar til kvotu 3 eru júst tær somu sum til kvotu 2, tað vil siga, at ein heildarmeting verður gjørd av umsóknini.
Nærri kunning um kvotu 2 er at finna her.
Øll kunnu søkja gjøgnum kvotu 3, men tey, ið søktu um upptøku gjøgnum kvotu 2, hava framíhjárætt til lestrarplássini í kvotu 2.
Til ber at søkja um upptøku til hesar útbúgvingar í kvotu 3:
Føroyskt, KT-verkfrøði, Lívfrøði, Mýlalívsvísindi, Búskaparfrøði, Politikkur og umsiting, Sosialvísindi og samfelagsplanlegging og Søga.
Umsóknarblað og leiðbeining til kvotu 3 er á heimasíðuni her.


Umsóknarfreistin til kvotu 3 er sunnudagin 10. mai á midnátt, og allir umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 10. juli 2020.
Umsøkjarar, ið hava spurningar ella tørva nærri kunning, eru vælkomnir at venda sær til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo ella 352520.