Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetrinum, Andrew J. Feustel, NASA-astronautur, og Jari í Hjøllum, ph.d. og útbúgvingarleiðari á Náttúruvísindadeildini á Setrinum
Brynhild Thomsen
16.05.2023
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

NASA-átak fyri at fremja náttúruvísindi og tøkni

Í síðstu viku var rúmdargransking og -ferðir á breddanum, tá NASA kom á vitjan, og fyri Náttúruvísindadeildina á Setrinum var tað frálíkt høvi til at kveikja áhugan fyri hægri náttúruvísindaligum og tøkniligum útbúgvingum

Tey mongu ungu, sum í síðstu viku sóu framløguna hjá Andrew J. Feustel, NASA-astronauti, og prátaðu við hann bæði á Fróðskaparsetrinum, á Glasir og í Løkshøll í Runavík, fingu at vita, at "himmalin er ikki markið" fyri, hvat ber til.

NASA-astronauturin legði dent á, at spennandi arbeiðið við rúmdartøkni og rúmdarferðum bæði krevur fólk, sum duga væl til hendurnar, og fólk, sum hava aðrar hægri universitetsútbúgvingar.

Sum hann segði við journalistin hjá Degi og viku á seinasta undirvísingardegnum á Glasir:

- Nú næmingarnir her skulu taka avgerð um framtíðar lestrarleiðina, hevur tað týdning at greiða teimum frá tann týdning, sum ikki bara tekniskir førleikar hava, men eisini hægri náttúruvísindaligar útbúgvingar og sokallaðu STEM-fakini.

Og fleiri av næmingunum søgdu seg hava fingið góðan íblástur og onkur eisini vissu um, at ein útbúgving í astro-fysikki var tað rætta fyri seg.

Tørvur á verkfrøðingum og náttúruvísindafólki

Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, bað vælkomin á tiltakinum í Kongshøll og á Glasir. Hann legði somuleiðis dent á tann ovurstóra tørv, sum er í dag á góðum verkfrøðingum og fólki við hægri náttúruvísindaligum útbúgvingum. Eisini nýtti hann høvi til at siga eitt sindur um tær útbúgvingarnar, sum Setrið hevur til tey ungu, sum kanska vilja tann vegin.

- Í summar kunnu tit søkja um lestrarpláss á Náttúruvísindadeildini til bachelor í KT-verkfrøði ella verkfrøði, har lesandi velja millum Maskinfrøði, Byggi-, Orku- ella El-verkfrøði, umframt at ein kann lesa master í Dátuvísindum ella taka diplomútbúgving í Web-menning, sum kann takast sum parttíðarlestur, segði hann m.a.

Næsta ár verður aftur upptøka á bachelor í lívfrøði og mýlalívsvísindum á Náttúruvísindadeildini, har tær útbúgvingarnar verða bodnar út annaðhvørt ár.

Men hesar dagarnar snúði tað seg um rúmdina og ta gransking, sum verður gjørd í tí sambandinum, og tað legði Hans Pauli Joensen sjálvandi dent á.

- Rúmdargransking byggir grundleggjandi á neyvt samstarv millum verkfrøðingar og náttúruvísindafólk. Sum tit vita, sveimar ein røð av satelittum kring Jørðina, sum geva vitan um mong viðurskifti á Jørðini, t.d. veðrið, og sum eitt nú gera tað møguligt at fáa internetsamband til fjarskotin pláss á Jørðini. Hetta hevði ikki borið til uttan góðar verkfrøðingar og góð náttúruvísindafólk, segði Hans Pauli og presenteraði eisini teir báðar føroysku granskararnar, sum vóru við ANdrew J. Feustel á NASA-tiltakinum, Una Árting frá Jarðfeingi og David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space.

- Við framløgunum í dag vænti eg, at áhugin fyri náttúruvísindum og tøkni og fyri rúmdargransking verður enn størri enn frammanundan. Og vónandi fara onkur tykkara at sikta langt – sikta eftir stjørnunum. Tað ber til at leggja grundarlagið í Føroyum! Tað hava David og Uni jú væl og virðiliga prógvað, segði Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.

Umsóknarfreistin at søkja um lestrarpláss á Náttúruvísindadeildini er 1. juli.

Lesið meira um tað her.

Síggið innslagið, sum KVF gjørdi frá NASA-tiltakinum á Glasir, her.

Og her er ein nýggj samrøða, sum er gjørd við Rutt Hjelm Gregersen um tað at lesa Verkfrøði á Setrinum, og her er samrøða við Ara Torkilsson Johannesen um lestrarlívið á bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði.