University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Bannari3.png
Rannvá Dávadóttir
04.08.2022
Setrið

Nú ber til at søkja tøk lestrarpláss

Til og við 15. august 2022 ber til at søkja tøk lestrarpláss til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya

Enn er møguleiki at søkja inn á bachelor- og masterútbúgvingar umframt hjánám í 2022, tí á fleiri útbúgvingum eru framvegis tøk lestrarpláss.

Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær boðið lestrarpláss fyrst. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar. Upptøkutreytirnar til einstøku útbúgvingarnar eru at finna á útbúgvingarsíðunum á heimasíðuni.

Umsóknarbløð og nærri kunning eru at finna her.

Umsóknir og skjøl, sum t.d. avrit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur@setur.fo í seinasta lagi mánadagin 15. august 2022 kl. 24.00.

Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:

Bachelor

Master

Hjánám

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum