Skriva út

Subsidiary Subject Studies in Faroese Language and Literature
  • Lestrartíð 1½ ár
  • Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
  • Tal á Lesandi Uml. 10
  • ECTS 90
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.

Hjánám í Føroyskum eigur at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyskt mál og føroyskar bókmentir samtíðarliga og søguliga.

Bygnaður

Tey kravdu fakini eru hesi:

Hugvísindalig høvuðsgrein:

Ikki hugvísindalig høvuðsgrein:

Norrønt (10 ECTS)

Norrønt (10 ECTS)

Bókmentagreining (10 ECTS)

Bókmentagreining (10 ECTS)

Bókmentasøga I (10 ECTS)

Bókmentasøga I (10 ECTS)

Bókmentasøga II (10 ECTS)

Bókmentasøga II (10 ECTS)

Ljóð- og formlæra (10 ECTS)

Ljóð- og formlæra (10 ECTS)

Málsøga (8 ECTS)

Málsøga (8 ECTS)

Eitt norðurlandamál (2 ECTS)

Eitt norðurlandamál (2 ECTS)

Vísindaástøði (10 ECTS)

 

Afturat kravdu fakunum kom 30 ECTS í valfríum fakum á MA-stigi.

Skipan av útbúgvingini

Hjánám í Føroyskum krevur 60 ECTS á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi. Um høvuðsgreinin ikki er hugvísindalig, má studenturin harumframt taka Vísindaástøði (10 ECTS).

Serritgerðin verður skrivað í høvuðsgreinini.

Innihald

Tann málsligi parturin er samansettur av málsøguligum og samtíðarligum skeiðum. Í tí søguliga partinum fært tú skeið í norrønum og málsøgu umframt skeið í einum norðurlandamáli við høvuðsdenti á málsøgu.

Í tí samtíðarliga partinum lærir tú um málbygnaðin í nútíðarføroyskum, t.e. ljóð- og formlæra.

Í tí bókmentaliga partinum lærir tú um ymisk tíðarskeið í bókmentasøguni við at lesa eldri og yngri tekstir og at greina bókmentaligar tekstir við støði í vísindaligum háttaløgum og ástøðum. Tú fært innlit í hugsjónarlig rák, og hvussu hesi hava ávirkað føroyskar og norðurlendskar bókmentir, og tú ognar tær førleika at nýta hóskandi vísindalig hugtøk, tá tú skalt skriva ella tosa um bókmentir, antin søguliga ella samtíðarliga.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við í minsta lagi  5,8 í føroyskum eftir 7-talsstiganum/8 eftir 13-talsstiganum.

Søkt verður á umsóknarblaðnum til kvotu 1, har tú í raðfestingarlistanum skrivar "Føroyskt - hjánám".

Framtíðarmøguleikar

Hjánám í føroyskum gevur saman við eini høvuðsgrein møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærara umframt  spennandi starvsmøguleikar, har kunnleiki til móðurmál og bókmentir er neyðugur, t.d. innan miðlar og fyrisiting.

Framhaldandi útbúgving

Lokið hjánám í føroyskum kann vera partur av miðnámslæraraprógvi. Treytin er, at tú hevur minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 eftir 13-talsstiganum.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarish@setur.fo.