University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Geo 2.jpg
30 mars
Tiltak

Fyrilestur um jarðfrøðiligar uppmátingar

Tíðspunkt
Longd
16:00-17:00
Stað
Høli 511, Náttúruvísindadeildin, Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn

Staðsetingardepilin hevur almennan fyrilestur undir heitinum Jarðfrøðiligar uppmátingar á landi og í undirgrundini hósdagin 30. mars klokkan 16 í høli 511 á Náttúruvísindadeildini á Vestaru bryggju

Tað verður Bartal Højgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, sum fer at greiða frá jarðfrøðiligum kanningum, og hvussu tær verða staðsettar á landi, sjógvi og í undirgrundini.

Til dømis fara vit at hoyra um, hvussu tey eru farin frá at gera manuellar mátingar til at nýta neyvari tól, so sum ultraljóð og lasara.

Tiltakið er ókeypis og krevur ikki tilmelding.

Øll eru vælkomin.