Demensvinarlig viðgerð og røkt á sjúkrahúsi
- lestrarárið 2025/26
Ynskir tú at menna tínar førleikar innan demensvinarliga viðgerð og røkt til innlagdar sjúklingar við demenssjúku, so er hetta skeiðið til tín.
Tú søkir við at fylla út umsóknarblaðið og senda tað til umsokn@setur.fo.
Umsóknarfreistin er mánadagin 4. august 2025.
Á heysti í 2025 verður skeið við heitinum: Demensvinarlig viðgerð og røkt á sjúkrahúsið á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.
Skeiðslýsing og skeiðsskrá fyri skeiðið finnur tú her:
Eftir lokið skeið hevur tú fingið:
- Størri fatan av demenssjúkum og teirra ávirkan á heildarstøðuna hjá borgarum við demens og teirra avvarandi.
- Ítøkiligar hættir at samskifta við innlagdar sjúklingar við demens
- Amboð til at minka um órógv og stúran hjá sjúklingum undir innleggjan
- Førleikar at handfara avbjóðandi støður og veita trygga, virðiliga og demensvinarliga viðgerð og røkt.
- Greiðari fatan av hvussu skipan av tvørfakligum og tvørgeira samstarvi kann styrkja um samanhangandi tænastur til borgarar við demenssjúku
- Høvi at reflektera og arbeiða við menning av egnum praksis í mun til demensvinarliga viðgerð og røkt
Skeiðið er 10 ECTS og byrjar í viku 44.
Krøv fyri upptøku er, at tú hevur miðallanga heilsufakliga útbúgving og er starvsettur í sjúkrahúsverkinum. Pláss er fyri 24 luttakarum og raðfest verður at starvsfólk frá øllum sjúkrahúsum vera upptikin.
Sjúkrahúsverkið rindar luttøkugjaldið.