Screening av 9. floks
næmingum fyri vandan
fyri typu 2 diabetes
Verkætlanarábyrgd: May-Britt Skoradal Jacobsen,BSc í sjúkrarøktarfrøði, stud.scient.san, Marjun Vilhelm,BSc í sjúkrarøktarfrøði og Gunnbjørg Guttesen,BSc í sjúkrarøktarfrøði
Endamálið við kanningini er at finna fram til títtleikan av risikofaktorum fyri typu 2 diabetes millum 9. floksnæmingar í Føroyum.
Kanningin byggir á eitt pilotprojekt, sum varð gjørt á vári 2009, har uml. 8% av 9.-floksnæmingunum vórðu kannaðir fyri vandan fyri typu 2 diabetes. Hendan kanningin gav ábendingar um, at føroyskir 9.-floksnæmingar í stóran mun hava diabetes vandafaktorar, so sum yvirvekt (30%) og ættarbregði (33%).
Samanborðið við líknandi kanning í Danmark, so gav kanningin ábending um, at vandin fyri at fáa typu 2 diabetes er størri millum ung í Føroyum enn í Danmark. Tí varð farið undir at kanna ein heilan árgang av 9. floksnæmingum.