Plantu- og djóraplankton
á Føroyska landgrunninum
Verkætlanarábyrgd: Høgni Hammerhaim Debes, PhD-kandidatur, og Eilif Gaard, granskari/adj. lektari.
Vøksturin hjá plantuplankton á landgrunninum er kannaður og roynt er at skilja, hví vøksturin ikki er eins á øllum landgrunninum og hvørjar orsøkirnar eru til, at hann ikki er eins á hvørjum ári. Serliga verður hugt eftir árininum, sum skiftandi beiti hjá djóraplankton hevur.
Verkætlanin byrjaði í 2003, er framd á Fiskirannsóknarstovuni og endaði í juni 2007 við PhD-verju á Fróðskparsetrinum. Fíggjarligur stuðul var latin av oljufeløgunum Anadarko og BP Amoco.
Meira um verkætlanina fæsta við at venda sær til:
Høgna Hammerhaim Debes, PhD-kandidatur, Fiskirannsóknarstovan
Eilif Gaard, granskari/adj. lektari, Fiskirannsóknarstovan/Náttúruvísindadeildin.