1
okt



Kl. 23:59. Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi Tiltak

Skriva út

Umsóknarfreist: Ph.d.-skeið í akademiskari skriving

6. - 8. november 2024 verður ph.d.-skeið í akademiskari skriving á enskum fyri granskarar

Luttakararnir skulu hava lokið masternám. Skeiðið er fyri granskarar, ið eru í gongd við granskingargrundaða skriving uttan mun til, um granskingarøkið er hugvísindi, samfelags- ella náttúruvísindi.

Áðrenn skeiðið skulu luttakarar lata inn dømi við egnum teksti, sum verður tikin við sum skeiðsinnihald.

Skeiðið hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá luttakarunum effektivt at skriva akademisk  og granskingargrundað handrit, sum lúka góðskukrøv hjá akademiskum útgevarum, tá tað snýr seg um málsligan stíl og innihald.

Skeiðið fevnir um hesi evni: 

• Bygnað og stíl í hvørjum einstøkum parti av akademiskum greinum
• Afturboðan um skriving og endurskoðan av handritum
• Stílreglur fyri mállæru og orðatilfeingi
• Retorisk amboð, ið byggja undir grundgevingar
• Leistir og tilgongdir at skipa skrivligt arbeiði

Skeiðið fevnir um fyrilestrar, bólkaarbeiði, skrivivenjingar, venjingar viðvíkjandi afturboðan og sjálvlestur. Støðið verður tikið í endurskoðan av egnum teksti.

Lesið meira um skeiðið her og melda til áðrenn 1. oktober.

Tíðspunkt
týsdagur 1. okt., kl 23:59
Longd
6. - 8. november 2024
Stað
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi