
23.01.2023
Setrið FøroyamálsdeildinMeldið til stakskeið á Føroyamálsdeildini
Umsóknarfreistin til at søkja pláss á stakskeiðum á Føroyamálsdeildini várhálvuna 2023 er 29. januar
Avbera góðir møguleikar eru at taka spennandi stakskeið á Føroyamálsdeildini í vár.
Talan er um skeið, sum eru partur av útbúgvingunum Listarligt arbeiði og BA/MA í Føroyskum.
Hevur tú áhuga í avantgarde í teori og praksis, føroyskum og annaðmálsundirvísing, modernismu í føroyskum bókmentum og list ella í onkrum øðrum, so eru heilt víst onkur stakskeið til tín.
Lesið meira og meldið til her.
Umsóknarfreist er 29. januar.