University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
sjóvinnuhúsið.jpg
22.02.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Ph.d.-skeið: Akademisk skriving á enskum fyri granskarar

7.-9. juni 2023 verður ph.d.-skeið í akademiskari skriving fyri granskarar. Umsóknarfreist er 14. apríl

Skeiðið hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá luttakarunum effektivt at skriva akademisk granskingargrundað handrit, sum lúka góðskukrøvini hjá akademiskum útgevarum, tá tað ræður um málsligan stíl og innihald.

Luttakararnir skulu hava lokið masternám. Skeiðið er fyri granskarar, ið eru í gongd við granskingargrundaða skriving uttan mun til, um granskingarøkið er hugvísindi, samfelags- ella náttúruvísindi.

Áðrenn skeiðið skulu luttakarar lata inn dømi við egnum teksti, sum verður tikin við sum skeiðsinnihald.

Lesið skeiðslýsingina her.

Skeiðið gevur 3 ECTS-stig.

Lesið vegleiðingina um skeiðið her.

Kostnaður: kr. 3.000

Umsóknarblað er her.

Umsóknarfreist: 14. apríl 2023.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bryggjan 8.jpg

    Etikkur og vitlíki: Almenn ráðstevna í Kongshøll

  2. jbrcksgøta.jpg

    Summarskeið: Mørk fyri mannarættindum og liberalum fólkaræði

  3. Skærmbillede 20 5 2025 161433 New.Uarctic.Org

    Komið við uppskotum um framløgu til UArctic Congress 2026