
Tiltak
Netfundur um vinnu-ph.d
- Tíðspunkt
- Longd
- 13:00 - 14:00
- Stað
- á netinum
Innovationsfonden skipar fyri netfundi um vinnu-ph.d. við serligum denti á stuðul til verkætlanir við tilknýti til Føroyar og Grønland.
Á webinarinum fært tú:
- Yvirlit yvir vinnu-ph.d.-skránna, og hvussu hon virkar
- Vitan um serligu játtanina á donsku fíggjarlógini til verkætlanir í Grønlandi og Føroyum
- Íblástur frá ph.d.-lesandi í Føroyum og Grønlandi - Marjun á Fríðriksmørk Berbisá og Anne Lise Kappel
- Innlit í, hvussu tú sum umsøkjari kanst finna og samstarva við føroyskar og grønlendskar fyritøkur
Lesið meira um netfundin og meldið til her.