Skriva út

Operator algebra og
symbolskar dynamiskar skipanir

Verkætlanarábyrgd:Gunnar RestorffToke Meier Carlsen

Toke Meier Carlsen og Gunnar Restorff granska í støddfrøðiliga økinum operator algebra. Meiri ítøkiliga arbeiða teir við klassifikatión av C*-algebraum og hyggja at C*-algebraum, ið koma frá dynamiskum skipanum ella kombinatoriskum strukturum, so sum

  • graf C*-algebrair,
  • C*-algebrair knýttar at skiftrúmum,
  • Cuntz-Krieger algebrair,
  • C*-algebrair knýttar at hægri rangs grafum,
  • groupoidu C*-algebrair,
  • Cuntz-Pimsner algebrair, og
  • C*-algebrair knýttar at produkt skipanum av Hilbert bimodulum.

Teir kanna eisini algebraiskar analogar av slíkum C*-algebraum, so sum

  • Leavitt path algebrair,
  • Steinberg algebrair, og
  • Cuntz-Pimsner ringar,

og teirra samband við atknýttu C*-algebrairnar, og harumframt eisini symbolskar dynamiskar skipanir og K-teori.