Skriva út

Gransking

á Søgu- og samfelagsdeildini

Støðið undir granskingini á Søgu- og samfelagsdeildini

Granskingin á Søgu- og samfelagsdeildini tekur støði í spurninginum, hvussu skapa vit einar kappingarførar Føroyar í  21.øld. Vit leggja dentin á:

  • Vinnuligu møguleikarnir, har tørvur er á at skapa nýggjar vinnuvegir, eitt nú innan tænastur og orku.
  • Burðardygt samfelag, tvs dentin á at læra um flyting, fólkasamanseting, útbúgvingarvegir, mentan og samleiki.
  • Sosialur tryggleiki, har dentur er á, hvussu okkara politiska skipan og stovnar virka og mennast.
  • Søguligu tilvitanina, har vit av egnum royndum læra at taka á okkum tær avbjóðingar sum globaliseringin setur.

Í løtuni eru fimm Ph.D verkætlanir heilt ella lutvíst knýttar at Søgu- og samfelagsdeildini. Tær snúgva seg um fiskidagaskipanina, fátækradømi, fráflyting, talufrælsi og átrúnaður og um amtmann Pløyen sum samfelagsmennara. Les meira um hesar verkætlanir HER.

Søgu- og samfelagsdeildin er samansett av fakfólkum innan búskaparfrøði, samfelagsvísindi, søgu og lóg, har serligur dentur verður lagdur á tvørvísindaliga og praksisorienteraða gransking. Samstarv við aðrar mentanarstovnar og onnur fakøki innan- og uttanseturs hevur eisini stóran týdning, hetta fyri at tryggja opinleika og nýskapan í okkara arbeiði.

Vit síggja Føroyar sum okkara vísindaliga laboratorium, har tær avbjóðingar, vit taka upp, eru nakað, vit sjálvi, aðrar smátjóðir eins væl og størri samfeløg, kunnu læra nakað av. Tí vil gransking við støði í føroyskum avbjóðingum hava okkara serliga áhuga, tað er her, vit kunnu gerast serliga dugnalig, men uttan at missa týdningin av tí komparativa og samanberiliga annars.

GREINASAVNIÐ

Her ber til at leita í greinasavninum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Savnið fevnir um greinir og rit, sum granskarar á Fróðskaparsetrinum hava givið út

Meira

Granskingardepilin fyri samfelagsmenning 
- er eisini ein partur av deildini. Granskingin her fevnir serliga um evnini tilfeingisumsiting, samfelagsmennning í smátjóðum og vald í samfelagnum, og umbidnar verkætlanir. Depilin er partur av fleiri altjóða granskingarverkætlanum. Les meira um granskingarverkætlaninar hjá Granskingardeplinum HER.