Skriva út

Innleiðsla

Samansjóðan av nýggjum lesandi

Sum nýggj/ur lesandi á Fróðskaparsetri Føroya verður tú boðin við til innleiðsludagar og væl umtóktu innleiðsluveitsluna "Seturssamanshow". Eisini verður tú boðin við til serstakan innleiðsludag ella -dagar á tínari deild.

Harumframt verður skipað fyri innleiðslutúrum, sum hvør deild sær skipar fyri saman við Lestrarskrivstovuni. Á veitsluni og til innleiðslutiltøkini verður høvi til at læra onnur lesandi betur at kenna, bæði eldri og nýggj lesandi, umframt undirvísarar.

Nærri kunning um innleiðslutiltøkini fyri tína útbúgving fært tú saman við játtan um upptøku. Eisini fæst kunning frá Lestrarskrivstovuni, frá deildarskrivarunum á tíni deild og/ella frá lestrarvegleiðarum.