Skriva út

Kunning og samskifti

Bæði inneftir og úteftir

Á Setursskrivstovuni verður samskiftið og kunningina skipað. Talan er um samskiftið innanhýsis, umframt kunningina um og marknaðarføringina av Setrinum sum heild úteftir. Hetta umfatar tí alla kunning um útbúgvingar og gransking Setursins bæði úteftir og inneftir.

Gjøgnum heimasíðu og aðrar miðlar stremba vit eftir at gera umheimin (tvs. politiska myndugleikan, vinnuna  og almenningin) og útheimin meira tilvitandi um vitanina og førleikarnar, sum eru á Setrinum, soleiðis at Setrið kann gerast ein týdningarmikil og aktivur partur av samfelagsmenningini og av altjóða samstarvi.

Setrið bjóðar seg fram til at vera tikið við uppá ráð og vera við til at menna og loysa týðandi uppgávur í vinnulívinum, mentanarlívinum og samfelagnum annars, umframt gerast ein týðandi altjóða samstarvspartur.