Chik Collins
04.03.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi Setursskrivstovan Lestrarskrivstovan Altjóða Skrivstovan Búskaparráðið Fróðskapur Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Kunning um corona

Gott reinføri og sjálvboðið sóttarhald (karantena), um fólk eru komin úr teimum londum, sum standa á listanum hjá donsku heilsumyndugleikunum, eru fremstu ráðini, nú fyrsti tilburðurin av covid-19 er staðfestur í Føroyum

Leiðslan á Fróðskaparsetrinum hevur samband við myndugleikarnar um, hvussu vit eiga at fyrihalda okkum, nú Corona-virus (COVID-19) gongur.

Ráðini eru at fylgja leiðbeiningini frá landslæknanum, sum fyrst av øllum snýr seg um at vaska sær væl og ofta um hendurnar, at halda fyri munn og nøs, tá hostað ella njóst verður, og at hosta ella njósa í ermuna heldur enn í hondina. Um lummaturriklæði, eingangs ella ikki, verða nýtt, eiga fólk at beina tey burtur forsvarliga og síðani aftur at vaska sær væl um hendurnar.

Lesið ráðini frá landslæknanum her.

Fyrrapartin í dag helt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum tíðindafund, har greitt varð frá nýggjum tilráðingum frá donsku heilsumyndugleikunum.

Umframt at øll heilsustarvsfólk og starvsfólk í eldrarøktini, sum hava verið í Kina, Iran, Korea ella norðuritalia, nú skulu verða heima við hús í 14 dagar eftir, at tey eru komin heim, so verður eisini mælt til, at aðrir borgarar sjálvboðið fara í karantenu.

- Tað er okkara greiða tilmæli, at allir borgarar, sum hava verið í londum, ið verða bólkað sum vandaøki, fara sjálvboðið í karantenu í 14 dagar, segði Shahin Gaini, serlækni á Landssjúkrahúsinum, sum eisini var á tíðindafundinum saman við landslæknanum.

Tiðindafundurin kann hoyrast á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya her.

Annars mugu vit lata vit og skil ráða og royna at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. Starvsfólk ella lesandi, sum kenna seg sjúk, eiga sjálvandi at vera við hús og fylgja leiðbeiningini um at ringja til egnan lækna.

Danska heilsustýrið hevur latið eina beinleiðis telefonlinju upp, ið kann nýtast av bæði heilsufakfólki og vanligum borgarum. Telefonin svarar dagliga millum 7:30 og 14:30 føroyska tíð. Telefonnummarið er +45 72 22 74 59.

Á somu heimasíðu eru eisini nógvir spurningar og svar (á donskum) um virussið. Trýstið her og lesið meira.