
Lesandi og teirra skattaviðurskifti í summarfrítíðini
Í hesum tíðarskeiði er týdningarmikið hjá teimum lesandi at geva sær far um síni skattaviðurskifti.
Nú styttist av álvara til summarfrítíðina, tá ið nógv lesandi fáa sær eitt fyribils starv í eitt avmarkað tíðarskeið.
Í hesum tíðarskeiði er týdningarmikið hjá teimum lesandi at geva sær far um síni skattaviðurskifti.
Lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summarfrítíðini, skulu skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 15. juli 2014, boða TAKS frá, um p-talið skal gerast virkið. P-talið má vera virkið fyri at fáa løn útgoldna. Er p-talið ikki gjørt virkið innan 15. juli er møguligt at gera tað virkið aftur frá 11. august 2014.
Fyri at gera p-talið virkið skal teldupostur sendast til taks@taks.fo, við upplýsingum um p-tal, navn, adressu og nær ein væntandi er í Føroyum. Boðini skulu vera skrivlig. Søkja lesandi um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, verða tey skrásett við fríkorti. Tað merkir, at tær fyrstu kr. 30.000, ið vunnar verða, eru skattafríar.
Fríkortið er tað sama sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Verður vunnið meira enn botnfrádráttin, verður skattur goldin av inntøkuni, sum fer upp um botnfrádráttin. Lesandi í Føroyum hava sama møguleika sum lesandi uttanlands at fáa sær eitt fríkort, um tey bert arbeiða partar av árinum, har inntøkan er á leið kr. 30.000.
Fríkortið er kortini ikki galdandi fyri øll starvspláss. Hvørki lesandi í Føroyum ella uttanlands kunnu fáa fríkort, um tey mynstra umborð á skip, sum eru skrásett undir FAS skipanini. Hýra frá skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS), verður skattað við føstum skattaprosenti upp á 35%, uttan mun til, hvussu nógvur peningur verður vunnin.
Til ber at søkja um fulla skattskyldu í Føroyum her
Meira um skattaviðurskifti hjá lesandi kann lesast her
Kelda: TAKS - 20. juni 2014
-
26.01.2021 Setrið NáttúruvísindadeildinVísindagrein um sjóvarfalsorku á landgrunninumEin meting av orkunøgdini í sjóvarfalsrákinum á føroyska lan...
-
25.01.2021Væleydnað tiltak um Horizon EuropeES-kommisjónin sjósetur í næstum Horizon Europe, sum er nýgg...
-
25.01.2021 Setrið NámsvísindadeildinNýggj nevnd í Mentanargrunni LandsinsNýggja nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur havt fyrsta f...