Hvussu skal nýggja KT-skipanin hjá føroyska undirvísingarverkinum eita? (Foto: uvs.fo)
23.11.2020
Setrið
Skriva út

Navnakapping: Vinn 20.000 kr.

Lýst verður til almenna kapping um at geva nýggju KT-skipanini hjá Undirvísingarverkinum navn

Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám hava tikið seg saman um at gera KT-skipan til tað føroyska undirvísingarverkið. Men hvussu skal skipanin eita?

Tað spyrja tey nú almenningin um, og besta hugskotið vinnur 20.000 krónur.

Í treytunum fyri kappingina stendur m.a.:

"At fyri at ímynda tað samstarv, sum nýggja KT-skipanin í øllum liðum byggir á, er tað eitt krav, at í minsta lagi fýra fólk eru við í uppgávuni at finna eitt navn, júst tí at hon krevur samstarv. Umframt, at navnið skal verða eyðsýnt og lættliga kennast aftur, skal tað eisini vera nýtiligt í teim ymsu undirvísingarumhvørvunum."

Heildarætlanini um nýggju KT skipanina eitur "Saman um eina tryggja KT-loysn", og hon kann lesast her.

Freistin at senda navnauppskot til dómsnevndina er fríggjadagin 4. desember 2020.

Í Dómsnevndini eru umboð fyri Undirvísingarstýrið, Nám og Talgildu Føroyar. Dómsnevndin tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomin uppskot, eisini at laga til ella vraka uppskot.

Uppskot skulu sendast til Undirvísingarverkið á uvs@uvs.fo.

Vinnarin verður kunngjørdur á samkomu í Undirvísingarstýrinum í januar 2021, og øll, sum senda uppskot, fáa beinleiðis boð um úrslitið.

Fleiri upplýsingar um kappingina fáast við at skriva til uvs@uvs.fo.