Brynhild Thomsen
15.08.2022
Setrið
Skriva út

Rektaraskifti á Setrinum á nýggjárinum

Chik Collins, sum seinastu trý árini hevur verið rektari á Fróðskaparsetri Føroya, leggur frá sær við árslok

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya harmast um avgerðina, sum er tikin hálvtannað ár fyri tíð. Chik Collins hevur fingið tilboð um annað starv í Skotlandi, og tí hevur hann valt at siga seg úr starvi.

- Samstarvið við rektaran hevur verið framúr gott frá fyrsta degi, og Chik Collins hevur – í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk – staðið á odda fyri stórum frambrotum á Setrinum. Málið hevur verið professionalisering av øllum virkseminum, og serliga skal nevnast miðvís góðskutrygging av útbúgvingunum, soleiðis at tær kunnu metast á sama stigi sum útbúgvingar uttanlands, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður.

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya fer nú at søkja eftir nýggjum rektara, sum eftir ætlan skal taka við 1. januar 2023.

Fyri framman eru stórar avbjóðingar. Millum annað at dagføra strategisku ætlanina og at savna alt virksemið í nýggjar bygningar á fløtuni á Frælsinum í Havn.