University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hands_typing_on_laptop_keyboard_-_fuzzy_looks.jpg

(Foto: freerangestock.com)

21.06.2021
Setrið

Søkið útbúgvingarstuðul úr minnisgrunni

Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum

Endamál grunsins eru:

- At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,

- at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina,

- at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og

- í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál.

Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 16. august 2021, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar í viku 35.

Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.

Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini.

Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul.

Umsóknirnar skulu sendast til:

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale
c/o Fríða Patursson
Frúutrøð 4
Postboks 6
110 Tórshavn
frp@jura.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 09 26 At 16 31 21 Uni Árting Fekk Miðlaheiðurslønina 2025

    Uni Árting fingið ársins miðlaheiðursløn

  2. Sjóvinnuhúsið5.jpg

    Vísindavøka 2025: Fylgið stroyminum her

  3. Martin Á Frændafundi Mynd Tórshavnar Kommuna

    Rektarin vil hava nýskipanir