Ráðstevna: Lekluturin hjá universitetum í smásamfeløgum
- Tíðspunkt
- Longd
- 2. - 3. juni 2025
- Stað
- J. Broncks gøta 25, Tórshavn, Faroe Islands

NUSCT Ráðstevna 2025: Leikluturin hjá fróðskaparsetrum í smáum samfeløgum
Soleiðis eitur ráðstevna, sum Fróðskaparsetur Føroya saman við NUSCT skipar fyri í døgunum 2. og 3. juni 2025. NUSCT er samstarv millum fróðskaparsetur í smáum londum og økjum, sum Setrið er limur í, og ráðstevnan verður skipað í sambandi við, at felagsskapurin hevur aðalfund í Føroyum.
Á Ráðstevnuni fara granskarar úr limalondum at viðgera, hvønn leiklut og hvørja ávirkan fróðskaparsetur í smáum londum og økjum hava á samfelagið, tey runnin úr og eru partur av. Fleiri fyrilestrarhaldarar eru úr Føroyum og Íslandi, men San Marino, Andorra, Montenegro og Danmark eru eisini umboðað. Eftir miðmálan fyrra dagin er sonevndur key-note fyrilestur á skránni við fyrrverandi forseta Íslands, Guðni Thorlacius Jóhannesson
Fróðskaparsetur í slíkum smáum samfeløgum eru ofta stovnað við einum serligum endamáli. Endamálini kunnu vera so ymisk. Tað kann vera fyri at varðveita mál og mentan, sum var upprunin til Fróðskaparsetur Føroya, ella fyri at varðveita okkurt annað, sum er serstakt fyri økið. Í øðrum førum eru fróðskaparsetur sett á stovn fyri at forða fyri, at fólkatalið fer at minka, tí ungdómurin fer aðrastaðni at lesa og ikki kemur heim aftur. Hetta er alt við til at gera, at fróðskaparsetur í smáum londum og økjum hava ein øðrvísi leiklut í samfelagnum, enn størri og ofta eldri fróðskaparsetur hava.
Mánadag 2. juni
09.00 Karen Venturini, San Marino: Developing innovative educational approaches to gender-based violence: the case of the University of San Marino
09.30 Runa Preeti Ísfeld, Føroyar: Demographic challenges – societal role of universities in terms of migration and gender
10.00 Erling Isholm, Føroyar: Comparing different origins of universities from small countries and territories
10.30 Kaffisteðgur
11.00 Sigurður Kristinsson and Anna Ólafsdóttir, Ísland: The democratic value of universities in small-scale societies
11.30 Jens Christian Svabo Justinussen, Føroyar: Small universities in small scale societies and the trade-off between specialisation and diversification
12.00 Roberto Paci Dalò and Alessandro Renzi, San Marino: The Power of Radio
12.30 – 13.30 Miðmáli
13.30 Keynote speaker: Guðni Thorlacius Jóhannesson, Ísland
14.15 Dewan Ahsen, Danmark: Why Collaboration Between Universities, Industry, and Communities is Critical for Achieving Sustainability
14.45 Kaffisteðgur
15.30 Sigri M. Gaini, Føroyar: The Role of Universities in Small Scale Societies
16.00 Nebojša B. Vučinić and Sanja Grbović, Montenegro: The Role of Universities in Montenegro in Preserving and Promoting Montenegrin Culture and Language in the Digital Age
16:30 Liðugt
Týsdag 3. juni
09.00 Montserrat Casalprim Ramonet og Cristina Yáñez de Aldecoa, Andorra: The University of Andorra as a driver of social mobility and employability
09.30 Bárður Larsen, Føroyar: Universities and the problem of academic authority in small societies
10.00 Matthias Kokorsch, Ísland: The University Centre og the Westfjords turns 20 – A success story in regional transformation and community development?
10.30 Kaffisteðgur
11.00 Erland Viberg Joensen, Føroyar
11.30 Marco Greggi, San Marino: Small Societies and Special Needs: The Case for a Coherent Tax Policy
12.15 – 13.00 Miðmáli
Áhugað eru vælkomin á ráðstevnuna. Kostnaðurin er 675 krónur, og íroknað í kostnaðin eru miðmáli báðar dagarnar og tað, sum verður at fáa í steðgunum.
Skrá og tilmelding: https://www.62n.fo/nusct-fo