22
mar



Kl. 12:00. Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, veghæddin Tiltak

Skriva út

Almenn framløga um lán av lógum og stovnum

Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum bjóðar almenninginum til stuttar framløgur á middegi, kallaðar Fróðskaparflísin, har tú kanst ogna tær vitan í døgurðatímanum

Søgu- og samfelagsdeildin heldur til í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn, og á veghæddini har verða í vár aftur Fróðskaparflísar í døgurðatímanum. Talan er um lærdar framløgur, ætlaðar almenninginum. 

22. mars klokkan 12:00

Bárður Larsen, lektari í løgfrøði: "Trupulleikin við ómakaleysum láni av lógum og stovnum".

Framløgan hjá Bárði Larsen á middegi 22. mars tekur støði í eini fakgrein í danska tíðarritinum Juristen, kallað "Problemet med den ubekymrede retlige transplanation”.

Greinin ger vart við, at lán av fremmandum lógum og skipanum hevur altíð verið og fer altíð at vera. Tað er natúrligt at skeita til onnur og fáa fyrimun av teirra royndum, serliga tá talan er um kravmiklar skipanir fyri samfeløg við avmarkaðari orku. Í mongum førum er eisini meira týðandi fyri fólk og samfeløg at hava eina skipan, enn júst hvørja skipan tey hava. Tað eru dømi um, at høpi (kontekstur) ikki hevur stórvegis týdning, og tá kann tað vera skynsamt at læna uttan meira hóvasták. Í øðrum førum er høpi týðandi. Við høpi kann her verða sipað til mentan, politiska og rættarliga søga og ikki minst stødd. Høpi kann hava við sær, at skipanir frá nógv størri londum ikki kunnu lænast og skalerast niður og kortini virka á sama hátt sum í upprunalandinum.

Greiðasta eyðkennið fyri, at eitt lán hevur verið skynsamt (rationelt) er, at lænta lógin ella skipanin hevur verið partur av gjølligari lokalari fakligari og politiskari viðgerð, har tað er mett um, hvørt mentan og samfelagsligt høpi hevur týdning fyri lánið. Hevur høpi týdning, eiga “fingramerki” at vera eftir, at lánið í ein ella annan mun er lagað til fortreytir í móttakarasamfelagnum.

Eyðkennið fyri minni skynsamu ella sorgleysu tilgongdina til lán er øvugt, at skipanin er tikin reint og polerað yvir frá upprunalandinum uttan spor eftir kritiskar eftirmeting og tillaging. Serliga trupul eru lán av lógum og skipanum fyri at generera legitimitet og fáa fatur á good-will frá londum, sum ein helst vil verða samanborin við. Slík lán hava lyndi til at skapa tann hugburð, at rationelt kjak er ein hóttan móti skipanini, sum er lænt. Løgtingsins umboðsmaður verður framhevjaður sum dømi um hetta seinasta.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fróðskaparflísarnar og takið endiliga matpakkan við.

Tíðspunkt
mikudagur 22. mar, kl 12:00
Longd
12:00 - 13:00
Stað
Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, veghæddin