Skriva út

Ritgerða- og savningarkappingar

Fróðskaparsetrið hevði í mong ár eitt tiltak, sum varð kallað ritgerða- og savningarkappingar. Endamálið var at fáa til vega og varðveita so nógv, sum til ber, av føroyskari mentan. 

Frá 1970 til 2005 vóru 28 kappingar, og í alt komu 148 handrit inn. Umframt virðislønir, vórðu sømdargávur latnar, sum í høvuðsheitum vóru bøkur. Eyðkent fyri ritgerðarkappingarnar hjá Fróðskaparsetrinum var tað upprunaføroyska og siðsøguliga sjónarhornið. 

Ritgerðarevnini hava verið hesi -­ talið uttast til høgru er tal á innsendum ritgerðum:


 1.  Fiskaarbeiði í slupptíðini (1970/71) 5
 2.  Føroyski klædnabúnin (1971/72) 1
 3.  Føroyskur matur og matgerð (1972/73) 14
 4.  Luft og skýggj (1973/74) 2
 5.  Barnaspøl (1974/75) 14
 6.  Veðurmerki (1975/76) 9
 7.  Føroyska kvinnan og lívskor hennara (1976/77/78) 2
 8.  Streymviðurskifti í Føroyum (1976-78) 1
 9.  Føroyskir kirkjusiðir (1978/79) 12
10. Føroyar og heimsbardagarnir (1979/80) 10
11. Føroyski bygdaskúlin til 1950 (1980/81) 15
12. Um torvarbeiði (1981/82) 17
13. Endurminningar (1982/83) 3
14. Ungmannafeløg í Føroyum (1983/84) 2
15. Táttayrking (1984/85) 3
16. Yvirnátúrligt (1985/86) 2
17. Varðagøturnar (1989/90) 7
18. Sjónleikur í Føroyum í eitt mannaminni (1990/91) 1
19. Trolarar og trolfiskiskapur (1991/92) 1
20. Seyðarøktin summar og vetur (1991/92) 3
21. Nótakast (1992/93) 5
22. Fiskarnir og nøvn teirra (1993/94) 0
23. Jarðir og jarðanøvn (1994/95/96) 3 
24. Stórhvalaveiði (1996/97) 3
25. Tenn, tannasjúkur og tannarøkt (1997/98/99) 3
26. Gamlar bøkur (1999/2000) 4
27. Tá ið gentur og dreingir gerast vaksin (2003/2004) 3
28. Dópur og navnagáva (2004/2005) 3