Skriva út

Sjónbond um Føroyamálsdeildina

Á Føroyamálsdeildini ber til m.a. at lesa bachelor í føroyskum - mál og bókmentir. - Umleið 25 lesandi verða tikin inn á bachelorútbúgvingina um árið - Lestrartíðin er trý ár og telur 180 ECTS - Lokin útbúgving gevur rætt til heitið baccalaureus artium, stytt B.A., í føroyskum - Útbúgvingin er staðsett á Føroyamálsdeildini, V.U.Hammershaimbs gøta 22, Tórshavn

Bjørg Dam hevur tikið bachelor í Føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hon frá lestrinum og hví hon valdi at lesa á Setrinum.