Skriva út

Sjónbond um Námsvísindadeildina

Á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya ber til at lesa B.Ed. í undirvísing (Fólkaskúlalærara) og B.Ed. í námsfrøðiligum arbeiði (Námsfrøðing). - Lestrartíðin er 4 ár og telur 240 ECTS - Umleið 35 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina um árið - Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Bachelor in Education, stytt B.Ed., í undirvísing (1.- 10- flokk) - Útbúgvingin er staðsett á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, Tórshavn

Helgi Arnodsson lesur til námsfrøðing á Námsfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hann frá lestrinum og hví hann valdi at lesa á Setrinum.