Skriva út

Sjónbond um Náttúruvísindadeildina

Á Náttúrvísindadeildini ber m.a. til at lesa tríggjar greinir av lívvísindum: Bachelor í havlívfrøði, bachelor í mýlalívvísindi og bachelor í vistfrøði. GG! Hesar tríggjar útbúgvingar verða tó ikki í boði fyrr enn í 2020. - Umleið 8 lesandi verða tikin inn á hvørja grein annahvørt ár. - Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS. - Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc. - Útbúgvingin er staðsett á Náttúruvísindadeildini, Vestarabryggja 15, Tórshavn

Elsa Krosstein lesur mýlska lívfrøði (molekylærbiologi) á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hon frá lestrinum og hví hon valdi at lesa á Setrinum.

Eiler Ka-Nid Yodla-Ong Poulsen og Eva Drewsen hava bæði tikið bachelor-prógv í KT-verkfrøði á Setrinum, tey lesa bæði á IT-universitetinum í Keypmannahavn og tey arbeiða bæði á sama arbeiðsplássi. Tilknýtið til KT-vinnua fingu tey, meðan tey lósu á Setrinum. Her greiða tey frá, hví tey valdu at lesa KT-verkfrøði, og u teirra royndir higartil, 2016.

14. juni 2016 fekk Gunnar S. Knudsen at vita, at Vodafone hevði valt hann at umboða Føroyar á "Summer Camp 2016" hjá tele-fyritøkuni Huawei í Kina. Hetta var viðmerking hansara eftir at Bárður á Steig Nielsen, stjóri á Vodafone, hevði handað honum heiðurin, 2016.

Lýsing av Náttúruvísindadeildini frá 2012 framleidd av Kovboy Film.