
Stýrislimir
Í stýrinum eru sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra limir uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir limir, og tey lesandi velja ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er fýra ár, men fyri limin hjá teimum lesandi er skeiðið eitt ár.
Uttannhýsis stýrislimirnir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi og skulu tilsamans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.
Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum.
Stýrið skipar seg við formanni og næstformanni, sum skulu vera millum limirnar, sum landsstýrismaðurin hevur valt. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.
Sum nýggjan stýrislim hevur landsstýrismaðurin valt Elaine Munthe, ið er dekanur á universitetinum í Stavanger og er professari í pedagogikki. Hinir uttanhýsis limirnir eru afturvaldir.
Stýrislimir frá 1. januar 2021
Uttanhýsis limir og varalimir valdir av landsstýrismanninum:
*Ólavur Ellefsen, stjóri í Sp/f Nemlia (afturval)
*Varalimur: Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestmanna (vantar á myndini)
*Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum (afturval)
*Varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur (afturval)
*Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
*Varalimur: Martin Zachariassen, pro-rektari fyri góðsku og útbúgving á Fróðskaparsetur Føroya (afturval)
*Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger
*Varalimur: Anna Kristin Sigurðardóttir, professari á Háskóla Íslands á deildini fyri útbúgving og námsfrøði
Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum
*Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum, Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
*Varalimur: Firouz Gaȉni, professari í antropologi, Søgu- og samfelagsdeildin
*Jónrit Halling, lektari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin
*varalimur: Anna Sofía Lava, samskipari á Granskingar- og framtakseindini
*Elberg Elias Klettheyggj, umboð teirra lesandi
Undanfarna stýrið
- Stýrislimur: Ólavur Ellefsen, stjóri, stýrisformaður
Varalimur: Hans Pauli Strøm, sosiologur - Stýrislimur: Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, næstforkvinna
Varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur - Stýrislimur: Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet
Varalimur: Martin Zachariasen, dekanur Syddansk Universitet - Stýrislimur: Guðrún Nordal, stjóri á Stofnun Árna Magnússonar, Reykjavík
Varalimur: Guðrun Gaard, ph.d. í føroyskum - Stýrislimur: Sára Joensen, deildarskrivari, Føroyamálsdeildin
Varalimur: Gestur Hovgaard, starvsfólkaumboð, lektari, Søgu- og samfelagsdeildin - Stýrislimur: Svein-Ole Mikalsen, starvsfólkaumboð, professari, Náttúruvísindadeildin
Varalimur: Hans Harryson, námslektari, Námsvísindadeildin - Stýrislimur: Casper Rosen umboð teirra lesandi, bachelorlesandi á Søgu- og samfelagsdeildini (fyri 2019)
Varalimur fyri umboð teirra lesandi: Jan Egil Kristiansen, bachelorlesandi á Náttúruvísindadeildini (fyri 2019).
Stýrið 2013-2016
- Herálvur Joensen, cand.jur.LL.M, deildarstjóti, formaður.
Varalimur: Kristianna Sjóvará, cand. mag., ráðgevi. - Jan Mortensen, cand.polyt., stjóri í FT Samskifti, næstformaður.
Varalimur: Marita Rasmussen, fiskivinnukandidatur, stjóri í Vinnuhúsinum. - Tove Bull, professari, fyrrverandi rektari, Universitetet i Tromsø.
Varalimur: þorsteinn Gunnarsson, rektari, ph.d, Háskólinn á Akureyri. - Juanna S. Joensen, assistant professor, cand.scient.oecon., Ph.D., Stockholm School of Economics.
Varalimur: Magni Mohr, cand.scient., ph.d., ítróttargranskari. - Gestur Hovgaard, ph.d. lektari í samfelagsvísindi.
Varalimur: Elisabeth Holm, altjóða samskipari. - Sára Joensen, deildarskrivari.
Varalimur: Svein-Ole Mikalsen, ph.d. professari. - Kolbrún í Haraldsstovu, lesandi, frá 1. januar 2016
Varalimur: Ingun H. Söderqvist, lesandi.