Skriva út

Lestrarráð

Eftirlit við menningini av útbúgvingum Setursins

Við heimild í § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya við seinni broytingum ásetur Stýrið felags reglugerð galdandi fyri øll lestrarráð á Fróðskaparsetri Føroya.

Lestrarráð skulu tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya og tryggja undirvísarum og lesandi ávirkan á innihaldið í undirvísingini.

Virkisøki og heimildir

Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgving og undirvísing verða støðugt mentar.

Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:

  1. Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið
  2. Góðkenna útbúgvingarprofilar og námsskipanir umframt at viðmerkja nýggjar og broyttar skeiðslýsingar
  3. Viðgera tilmæli frá útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk sum liður í eftimeting av undirvísing og útbúgvingum.
  4. Góðkenna umsóknir um góðskrivingar og tryggja, at tær verða viðgjørdar á rættan hátt
  5. Stuðla undir átøk, sum menna útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya

Skipan av lestrarráði

Eitt lestrarráð er fyri hvørja deild á Setrinum. Vísindastarvsfólk og lesandi  hava eins nógv umboð í lestrarráðnum, og talið av limum er hetta:

  • Føroyamálsdeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi
  • Námsvísindadeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi
  • Náttúruvísindadeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi
  • Søgu- og samfelagsdeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi
  • Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi

Les meira um lestrarráð í reglugerðini fyri lestrarráð á Fróðskaparsetri Føroya.