Skriva út

Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika

Additional Certificate in Faroese Church Studies (P.G.Cert.)
  • Lestrartíð 1½ ára parttíðarlestur
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Umleið 15
  • ECTS 30
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) Ókeypis fyri prestar í Fólkakirkjuni í Føroyum

Endamál

At geva sóknarprestum tilvitsku og kunnleika um føroyska kirkjusøgu, skipan, siðir og embætisførslu, sum galda í Fólkakirkjuni í Føroyum.

Bygnaður

Tilsamans trý skeið á 10 ECTS, sum hvørt teirra taka eina lestrarhálvu. Raðfylgjan er tilvildarlig.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin fer fram sum parttíðarlestur, vanliga meðan prestarnir eru í starvi. Nýtt umfar byrjar várið 2022 og endar várið 2023.

Skeiðini verða eisini boðin út við sjálvstøðugum skeiðsnummari til onnur, sum t.d. lesa master ella hjánám, og sum stakskeið.

Innihald

Tey trý skeiðini fevna um hesi evnisøki:

1 Kirkjusøga

2 Kirkjurættur

3 Liturgikk og hymnologi

Undirvísing

Undirvísingin fer fram á føroyskum. Væntast kann tó, at lisnir verða tekstir á norðurlendskum, týskum, enskum og klassiskum málum, eins og kunnleiki til eldri danskt mál og gotiska skrift kann vera ein fyrimunur.

Próvtøkur

Prógv verður latið fyri skjalprógvaða luttøku í undirvísingini

Upptøkutreytir

Útbúgvingin er yrkisrættað til prestar, sum longu eru í embæti í fólkakirkjuni, og lesandi, sum útbúgva seg til hetta starv og hava lokið bachelorprógv í gudfrøði. Sóknarprestar í embæti skriva seg inn til útbúgvingina umvegis próstin.

Starvsmøguleikar

Ískoytisútbúgvingin er krav fyri fólk, sum taka við nýggjum embæti í fólkakirkjuni.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Jákup Reinert Hansen, lektara. Fartelefon: 292588. Teldupostur: jakuprh@setur.fo

 

 

Skeiðslýsingar
Meira