1467.20 - Moby Dick í heimspekiligum ljósi (MA)


Skeiðsnummar
1467.20
Heiti
Moby Dick í heimspekiligum ljósi (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er at lesa og viðgera skaldsøguna Moby Dick frá einum heimspekiligum sjónarmiði.
Innihald
Skaldsøgan Moby Dick eftir amerikanska rithøvundin Melville verður mett sum ein tann týdningamesta skaldsøgan í 19.øld. Byggjandi á søguligar hendingar viðger verkið ein hóp av fyribrigdum og viðurskiftum. Millum evnini og fortreytirnar fyri skaldsøguni kunnu nevnast vesturlendsk heimspeki, Bíblian, Shakespeare, tann maritima tilveran, ídnaðarlig hvalaveiða, samfelagsfatan, náttúrufatan o.m.a. Beinrakið hevur verkið verið samanborið við eina prismu við mongum smáflatum. Á skeiðinum verða hesir viðgjørdir við høvuðsdenti á teir heimspekiligu.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur og kjak
Læruúrtøka
Studentarnir ogna sær: • Førleika at lesa og viðgera bókmentir og heimspekiligar tekstir á høgum abstraktiónsstigi • Førleika at arbeiða við hugtøkum og skilmarkingum • Innlit í bókmentir og heimspeki og møguligt samband millum hesi • Yvirlit yvir heimspekissøguna • Førleika skipað at viðgera heimspekiligar spurningar, sum verða settir í skaldskapi • Ástøðiligar førleikar til sjálvstøðugt at meta um heimspeki í skaldskapi
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva, 2 vikur, vegleiðandi longd 15-17 s.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Møguligar tillagingar kunnu hugsast: Melville, Herman: Moby Dick, 1851 Philbrick, Nathaniel: In the Heart of the Sea, 2000 Philbrick, Nathaniel: Why read Moby-Dick, 2011 Delbanco, Andrew: Melville. His World and Work, 2005 Greer, Mary Zettelman: Moby-Dick. Charting the Depts: A Navigational Tool for Readers of Herman Melville´s Masterpiece, 2019 Anderson, Mark: Moby-Dick as Philosophy: Plato – Melville – Nietzsche, 2015 Jensen, Carl Jóhan: Terningar, søgur av tilvild, 2019
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen