6301.21 - Organisatiónsmentan, strategisk leiðsla og broytingarleiðsla


Skeiðsnummar
6301.21
Heiti
Organisatiónsmentan, strategisk leiðsla og broytingarleiðsla
ECTS
15
Fortreytir
Bachelorútbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu skilja týdningin av, kritiskt reflektera yvir og gera nýtslu av a) hvussu mentan í almennum og privatum organisatiónum ger seg galdandi og ávirkar í gerandisdegnum, bæði tilvitað og ótilvitað b) organisatiónsstrategi frá einum leiðslusjónarhorni í mun til innan- og uttanhýsis viðurskiftir, sum eru viðkomandi fyri menningina av organisatiónini c) samskifti í broytingartilgongdum í dagsins umbroytiliga samfelagi
Innihald
• Klassisk og nútímans ástøði og gransking um organisatiónsmentan, strategi og broytingartilgongdir • Legitimitetur og integretitur í tráð við ítøkiligu organsisatiónsmentanina, t.d. leiðsla í einum politiskum umhvørvi • Tíðarhorisontar og strategi • Deliberativ og emergerandi strategi • Tær mest gjøgnumgangandi organisatorisku broytingarnar í okkara samtíð, t.d. bygnaðarbroytingar, tvørsektorielt samstarv, talgilding, robottøkni og ‘artifical intelligens’ Ymisk ástøðilig sjónarhorn á broytingargongdir og hvussu starvsfólk reagera og skulu leiðast undir broytingum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, praksisuppgávur so sum eygleiðingar, kortleggingar, strategiformuleringar í egnari organisatión, framløgur frá lesandi og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi verða førur fyri at: • Nýta gransking og vitan um organisatiónsmentan, strategi og broytingarleiðslu til greining av eini organisatión, umframt at meta um hvørjar leiðsludygdir eru neyðugar í hesum sambandi. • Greiða frá, greina og meta um týdningin av meiningsskapan, samskifti og sosialum sambondum í organisatiónum • Lýsa og greiða frá hvørja ávirkan kompleksitetur í dagsins seinmodernaða samfelagi hevur á almennar stovnar og privatar fyritøkur • Kortleggja mentan í egnari organisatión og greina hesa við útvaldum ástøðiligum amboðum um organisatiónsmentan. • Lýsa tørvin á og kritiskt velja út strategiskar leiðslufyriskipanir til viðurskiftir, ið treingja til bata • Lýsa og greiða frá ymiskum broytingarleiðsluástøðum í verki • Greiða frá og greina, hvussu ein leiðir starvsfólk í mun til organisatiónsmentan, strategi og broytingartilgongd
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka á 30 min. Fyrst er ein framløga á 20 min. Í hesi framløgu skal týðuliga koma fram hvat tann lesandi hevur lært um organisatiónsmentan, strategi og broytingarleiðslu og hvussu hendan læring og vitan sæst aftur í verki í egnari organisatión og leiðslustarvi. Tikið verður saman um próvtøkuna við einum ófyrireikaðum fakligum dialogi (ca. 8-10 min.).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Áleið 1.000-1.500 síður
Ábyrgd
Kalpana Vijayavarathan-R